Misbrúkti sítt vald og skal frá

Forsætisráðharrin í Teilandi, Yingluck Shinawatra, skal frá, tí hon hevur misbrúkt sítt vald.

Tað var teilendski grundlógardómstólurin, sum í morgun kunngjørdi, at forsætisráðharrin skal leggja frá sær. Tað tók ein tíma at lesa dómin, men niðurstøðan var, at Yingluck Shinawatra misbrúkti sítt vald, tá hon í 2011 koyrdi trygdarovastan frá og setti ein av sínun skyldmonnum í hansara stað.

 

Yingluck Shinawatra hevur alla tíðina noktað seg seka, men úrskurðurin hjá grundlógardómstólinum kom ikki óvart á eygleiðarar, skrivar Reuters. 

 

Viðhaldsfólk hjá frákoyrda forsætisráðharranum hava boðað frá, at tey fara at skipa fyri mótmælistiltøkum, og eygleiðarar vænta, at dómurin fer at elva til ófrið.