Ein 38 ára gamal føroyingur var í dag dømdur í Føroya rætti fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á eina gentu undir 12 ár. Hann er dømdur fyri aðra kynsliga samveru enn samlegu. Revsingin er tvey ára fongsulsrevsing, harav 18 mánaðir eru treytaðir. Harumframt skal hann rinda gentuni 50.000 krónur í endurgjaldi.
Ákæruvaldið hevði upprunaliga ákært hann fyri samlegu og aðra kynsliga samveru, men í rættinum greiddu bæði ákærdi og órættaða gentan frá, at talan ongantíð var um samlegu. Maðurin var tí fríkendur fyri hendan partin av ákæruni.
Kynsligi ágangurin er framdur í tíðarskeiðnum frá 1994 til 2001. Gentan var einans 6 ára gomul, tá ágangurin byrjaði. Talan er um ágang framdan á tveimum ymiskum bústøðum, umframt í bilinum hjá ákærda.
Sambært ákæruritinum og dóminum hevur maðurin misnýtt sína fysiska og sálarliga yvirlut móti gentuni. Hann er millum annað dømdur fyri at hava nortið við kynslutir hennara og at hava gníggjað lim sín móti hennara kynslutum.
Maðurin játtaði seg lutvíst sekan í ákæruni. Hann noktaði, at hann hevði havt samlegu við gentuna og meinti sjálvur, at ágangurin var framdur eitt nógv styttri tíðarskeið.
Maðurin varð dømdur 24 mánaðir fongsulsrevsing, har av 18 teirra eru treytaðir. Hann skal tí inn at sita í seks mánaðir, meðan teir seinastu 18 mánaðirnar fella burtur, um hann einki revsivert ger í royndartíðini, sum er tvey ár. Harumframt skal hann vera undir eftirliti av kriminalforsorgini og skal í sálarliga viðgerð. Hann skal eisini rinda gentuni 50.000 krónur í endurgjaldi fyri tort, umframt at hann skal rinda sakarmálskostnaðin.
Dómarin greiddi frá, at støddin á endurgjaldinum í slíkum brotsverkum varð herd í 2008, meðan sjálv revsingin varð herd í 2009. Hann vísti tó á, at meginreglan í lógini er, at ein verður revsaður sambært tí lóg, sum varð í gildi, tá brotsverkið varð framt. Tí kundi hann ikki taka atlit at herdu revsingini, tá hesin dómurin varð sagdur. Um so var, hevði dómurin verið harðari og endurgjaldið størri, segði dómarin.
Dómarin viðmerkti eisini, hví so stórur partur av revsingini varð treytaður. Her vísti hann á, at hóast grundreglan er, at revsingin í slíkum málum er treytaleys fongsulsrevsing, so metti hann, at onnur atlit vóru at taka í hesum føri. Fyrst og fremst er talan um hendingar, sum fóru fram fyri 15 til 22 árum síðani. Ákærdi sjálvur var ikki meiri enn hálvvaksin, tá ágangurin byrjaði, men hevur í dag góð persónlig viðurskifti. Tí metti dómarin, at tað var ráðiligt og rætt at gera part av revsingini treytaða.