Ein maður var í dag dømdur fyri blygnaðarskemd í tveimum førum, tá hann var sæddur misbrúka ein hund kynsliga.
76 ára gamli maðurin var ákærdur fyri blygnaðarskemd og brúkstjóvarí í trimum førum, umframt at hava hótt eitt vitni, men var einans dømdur fyri tvey føri.
Maðurin hevði misbrúkt ein hund undir opnum himli tvær ferðir, fyrru ferð á eini almennari gøtu millum hús, seinnu ferð í túninum hjá einum granna.
Maðurin noktaði seg sekan í øllum ákærunum.
Ákærin legði dent á, at hetta var farið fram í almenna rúminum og at millum annað børn kundu havt sæð tað, ið fór fram.
Verjin minti á, at maðurin var ákærdur fyri blygnaðarskemd og at tað, eftir hansara tykki, als ikki var prógvað, at maðurin hevði ætlað at gera seg inn á nakran. Fólk høvdu einans sæð gerðirnar, tí tey høvdu gjørt sær ómak at kanna, hvat fór fram.
Dómarin metti, at frágreiðingarnar frá vitninum greiddu væl frá, hvat var hent, og dømdi tí mannin fyri blygnaðarskemd, hvat gerðunum við hundinum viðvíkti. Maðurin var tí eisini dømdur fyri brúkstjóvari, av tí at hann ikki átti hundarnar sjálvur.
Maðurin var eisini ákærdur fyri blygnaðarskemd í samband við eina hending við eini ær, men í tí førinum metti dómarin, at av tí at hendingarnar vóru farnar fram í eini rætt langt frá alfaravegi, var ikki talan um blygnaðarskemd, hóast onkur av tilvild hevði sæð okkurt.
Maðurin var fríkendur fyri hóttanir móti einum vitni, millum annað tí samsvar ikki var millum frágreiðingarnar frá ákærda og viðkomandi vitni í rættinum og tað, sum stóð at lesa í løgreglufrágreiðingini.
Revsingin verður kunngjørd seinni.









