Tað er helst altíð vandi fyri, at onkur kann missnýta skipanina. Tað sigur løgmaður, nú ein nýggj lóg ger tað lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya.
Í kjalarvørrinum á hesum hava leyasøgur gingið um, at arbeiðsgevarar hava brúkt hetta høvi til at senda føroyingar til hús og seta útlendingar ístaðin – og at hesir útlendingarnir eru undirløntir.
Tað fekk Kára P. Højgaard, tingmann, at spyrja løgmann um hesi viðurskiftini. Løgmaður hevur biðið um eitt svar frá Johan Dahl, landsstýrismanni, sum umsitur málsøkið.
Og Løgmaður sigur, at tað ber neyvan til at veita fulla trygd fyri, at ongin útlendingur, sum arbeiðir í Føroyum, verður undirløntur, tí vandi er helst altíð fyri, at skipanin verður misbrúkt.
Les eisini: Ógvuliga vandamikið fyri Føroyar
Løgmaður staðfestir annars, at tað er ein treyt, at útlendingar, sum koma higar, skulu verða løntir eftir føroyskum sáttmálum á økinum. Men tað er løgreglan sum hevur eftirlit við útlendingum í Føroyum.
- Verða fakfeløg varug við, at útlendingar verða løntir í stríð við galdandi sáttmálar, eigur hetta at verða fráboðað løgregluni, sum síðani tekur málið upp, sigur løgmaður.
Les eisini: Útlendingar taka arbeiði frá føroyingum
Hann sigur, at mannagongdir eru longu settar í verk, ið skulu lofta lønardumping. Men tað er neyðugt at ítøkligar upplýsingar um lønardumping verða fráboðaðar á rætta stað, altso til løgregluna og at tílík tíðindi ikki bara verða send í umfar í fjølmiðlunum og í løgtinginum, sigur løgmaður.
Les eisini: Løgtingsmenn skapa ótryggleika
|