Misbrúkti meiri enn 100 børn

Løgreglan í Sveis sigur, at ein 54 ára gamal maður hevur viðgingið, at hann hevur misbrúkt meiri enn 100 børn kynsliga. Ágangin hevur hann framt á bústovnum í Sveis og Týsklandi, har menningartarnað børn og ung búgva.

Sveisiska løgreglan sigur, at maðurin hevur arbeitt á níggju ymsum bústovnum, har maðurin arbeiddi frá 1982, til hann bleiv tikin í apríl í fjør.

Gabriele Berger hjá løgregluni í Bern sigur við fjølmiðlarnar, at millum próvtilfarið, sum løgreglan hevur ímóti manninum, eru myndir og sjónbandaupptøkur av teimum misbrúktu børnunum.

Sambært løgregluni hevur maðurin erisini misbrúkt børn hjá starvsfólki á bústovnunum. Tað yngsta barnið, sum hann gjørdi seg inná, var bara ársgamalt.