Ferðin hjá Uttanlandsnevndini hevur verið hildin loynilig sum ein statshemmiligheit, og ikki fyrrenn einaferð í dag fingu eykalimirnir at vita, at endamálið við ferðini var at hitta løgtingsmannin Edmund Joensen, í hesum førinum í regi sum formaður í Fólkatingsins Føroyanevnd, á máli í Keypmannanhavn. Ørindini kundi verið ordnað minst líka so væl í Føroyum, um tað so var í Havn ella norðuri í Eydnuni á Oyrabakka. Soleiðis orðar Torbjørn Jacobsen, tingmaður fyri Tjóðveldi, ein teldupost, hann hevur sent skrivaranum í Uttanlandsnevndini í dag.
Hann skilir ikki, at løgtingið brúkar pengar til slíkt humbukk, sum onga, absolutt onga, meining hevur fyri føroyska samfelagið, sum Torbjørn Jacobsen tekur til.
- Hetta er misbrúk av pengini skattaborgaranna so tað stendur eftir, skrivar tingmaðurin.