Misálitisuppskotið fellur

Í øllum førum 17 tingfólk stuðla løgmanni

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin taka ikki undir við misálitisuppskotinum á Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og tí er avgerðin longu fallin. Uppskotið um at fella løgmann er harvið longu fallið.

 

– Tað gevur sjáldan nakað at sleingja eitt misálitisuppskot niðan í tingið uttan at tryggja sær ein meiriluta frammanundan, segði Bárður Nielsen, sum er framsøgurmaður hjá Sambandsflokkinum.

 

Fólkflokkurin hevur níggju tingfólk. Sambandsflokkurin hevur átta. Harvið er greitt, at løgmaður ikki verður koyrdur frá.