Íslendska stjórnin slapp fyri einari løtu síðani snikkaleys ígjøgnum eina atkvøðugreiðslu um misálit. Eitt uppskot um nýval fall eisini. Tað var ein ávísur spenningur upp undir atkvøðugreiðsluna, men tá liðugt var at atkvøða, høvdu 30 tingmenn atkvøtt fyri misáliti, 32 høvdu atkvøtt ímóti, og ein tingmaður greiddi ikki atkvøðu.
Tað var Sjálfstæðisflokkurin, sum legði uppskotið um misálit fram. Flokkurin hevði eisini eitt uppskot um at upploysa Altingið og at skriva út nýval, men tað hevur Altingið júst felt. 22 tinglimir atkvøddu fyri nývali, men 36 atkvøddu ímóti. Fimm atkvøddu ikki.










