Misálit á Siumut førdi til nýval í Grønlandi

Um 49 dagar skulu grønlendingar á val í ótíð til landstingið, Inatsisartut.

 

Tað verður nýval í Grønlandi 6. apríl. Tað hevur Landstingið samtykt í kvøld.

27 av teimum 31 landsingsfólkunum atkvøddu fyri lógaruppskotinum, sum merkir, at tað verður skrivað út val í Grønlandi.

– Við endan av hesum langa vegi, eru vit øll vorðin samd um, hvat vit skulu gera, sigur Múte Bourup Egede, formaður í Inuit Ataqatigiit, sum var ein av flokkunum handan uppskotið at skriva út val.

At tað skuldi útskrvast val í ótíð hevur verið væntandi allan dagin.

Tað vórðu tó løgd fram fleiri broytingaruppskot til lógaruppskotið, sum skuldi útloysa valið.

Tískil var steðgur í tingfundinum umleið klokkan 17 okkara tíð, tá tingfólkini fóru í smærri bólkar at kjakast um broytingaruppskotini.

Eitt av uppskotunum gekk út uppá, at dagfestingin fyri valið skuldi broytast, so tað ikki var sama dag sum kommunuvalið, sum eisini er 6. apríl.

Harumframt samtykti tingið sambært KNR eitt broytingaruppskot, sum syrgir fyri, at landsstýrið framvegis kann taka avgerðir í byggimálum og koronutiløkt í valskeiðnum. Í praksis verður landsstýrið niðurlagt, men val er.

Valið til Landstingið fer eftir øllum at døma at vera endin skeiðnum hjá Kim Kielsen í Siumut sum landsstýrisformaður, sum er tað sama sum løgmaður í Føroyum. Hann var í november feldur sum formaður í flokkinum, men hevur verið sitandi sum landsstýrisformaður síðani.

Longu áðrenn tað var greitt, at tað skuldi vera val, fór Kim Kielsen á røðarapallin, skrivaði grønlendska kringvarpið KNR.

– Eg vil fegin takka tykkum øllum fyri tað samstarv, vit hava havt.

– Líka mikið hvat hendir, skulu vit ikki harmast og hanga við nevinum, men respektera avgerðina hjá meirilutanum, segði Kim Kielsen.

Tað er í løtuni Erik Jensen, sum er formaður í Siumut.

Flokkurin stendur sambært kanningar til afturgongd og at missa leiðsluna í landsstýrinum, meðan Inuit Ataqatigiit sær út til at fáa framgongd og kann gerast størsti flokkur á valinum.

Umframt Inuit Ataqatigiit vóru tað Demokraatit, Naleraq og Atassut, sum løgdu fram lógaruppskoti um nýval í Grønlandi.

/ritzau/