Misálit er júst nú reist ímóti Kaj Leo Johannesen, løgmanni. Høgni Hoydal, Jenis av Rana og Kári P. Højgaard eru uppskotsstillarar. Tað er Tjóðveldisflokkurin, sum í morgun hevur arbeitt við at reisa eitt misálitisuppskot móti annaðhvørt Jóannesi Eidesgaard ella Kaj Leo Johannesen, løgmanni. Valið er so fallið á at reisa eitt misálit móti løgmanni og harvið allari samgonguni.
Øll andstøðan stendur aftan fyri uppskotið.
Tingfundurin er niðurlagdur í eitt korter, og tá hann verður tikin uppaftur, verður misálitisuppskotið einasta mál á skránni.
Vit frætta úr Løgtinginum, at arbeitt hevur verið við at fáa í øllum førum partar av Fólkaflokkinum at taka undir við misálitinum - og kanska teir víðgongdu í Sambandsflokkinum, Magni Laksafoss og Edmund Joensen, men óvist er, hvussu verður við teimum.
Verður meiriluti fyri uppskotinum, so fer løgmaður uttan iva at skriva út nýval, áðrenn uppskotið kemur til atkvøðugreiðslu, so beint nú liggur politiska framtíðin hjá Føroyum í hondum Fólkafloksins.