Tríggir flokkar hava reist misálit á løgmann orskað av málinum um at stytta freistina at útskriva val úr seks niður í fýra vikur Tað eru teir tríggir andstøðuflokkarnir, Tjóðveldi, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, sum hava reist misálitið á løgmann fyri løtu síðani.
Teir halda tað vera ódemokratiskt at broyta freistina beint uppundir, at val eigur at verða útskrivað. Eftir tingskipanini skal misálitið koma til viðgerðar beinanvegin, og tað skal eisini atkvøðast um tað beint eftir, at viðgerðin er endað.
Eftir áheitan frá tinglimum er viðgerðin útsett til klokkan 16.15 í dag, tí at løgtingslimir vilja hava stundir at seta seg inn í misálitisuppskotið.
Uppskotið er býtt út í tinginum beint nú.