Um landsstýrið setur á stovn egið fíggjareftirlit, fer tað árliga at kosta føroyskum bankum umleið 80 milliónir krónur í øktum rentuútreiðslum, sigur Edmund Joensen Ein, sum longu hevur verið nógv frammi í sambandi við málið um at føroyingar sjálvir skulu hava fíggjarliga eftirlitið við bankunum, er Ednumd Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður.
Hann tekur undir við teimum ? serliga bankafólki ? sum eru meiri enn ivasom um eitt føroyskt fíggjareftirlit.
Landskassin er als ikki førur fyri at tryggja tær 20 milliardirnar av innlánum í føroyskum bankum, og vandi er fyri, at uppspararar flyra sínar pengar úr føroyskum bankum, sigur Edmund Joensen.
Hann vísir á, at landsstýrið einki heimaarbeiði hevur gjørt í hesum máli, og at tað er ein álvarslig støða í einum álvarsligum máli.
Hesa vikuna hava vit sæð, hvussu felagið Føroyskir Peningastovnar sakliga og staðiliga hava ávarað móti ætlanini, sum hóttir álitið á bankarnar, ið er tað virðismiklasta, bankavinnan eigur, sigur Edmund Joensen.
Víðari sigur løgtings- og fólkatingsmaðurin á, at grundgevingarnar hjá fíggjarmálaráðharranum, sum at »vit eru eitt stolt fólk« og »hvar var fíggjareftirlitið í kreppuni« hava lítið upp á seg. Hann rør eisini upp undir, at uttanríkismálaráðharrin biður tey tiga, sum ikki eru samd við honum, og hetta alt undirgravar trúvirði hjá bankunum.
Fyrrverandi løgtingsformaðurin heldur, at einfaldar útrokningar vísa, hvussu illa umhugsað ætlanin hjá landsstýrinum er.
Um heimastýrið skal hava egið fíggjareftirlit, so verður ein avleiðing, at føroysku bankarnir skulu gjalda hægri rentu, tá lánast skal uttanlands, sigur Edmund Joensen.










