- Hetta er alt eitt samgonguspæl. Eitt myrkaspæl, har andstøðan er hildin púrasta uttanfyri. Har sita fýra mans úti í Tinganesi og gera eina avtalu, sum vísir seg kortini ikki at vera ein avtala. Og alt hetta hendir, uttan at teir siga andstøðuni frá.
Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldinum um støðuna, sum er íkomin eftir, at uppskotið hjá Edmundi Joensen um Føroyar sum eitt valdømi so dyggiliga varð samtykt við aðru viðgerð í Tinginum í gjár.
Hetta er eitt uppskot, sum hevur viðhaldsfólk og mótstøðufólk í øllum flokkum, og soleiðis er eisini í Tjóðveldinum, viðgongur Høgni Hoydal. Sjálvur er hann av teirri meting, at landið er best farið, um tað verður eitt valdømi.
- Tað einasta, sum kann steðga málinum um Føroyar sum eitt valdømi, er eitt misálit á løgmann. Men tað vísir seg, at allir partar, sum vilja steðga málinum, renna undan, sigur Høgni Hoydal.
Hann vísir á, at Jóannes Eidesgaard bara kundi hildið fast við sonevndu semjuna í Tinganesi og hótt við at skriva út nýval, so høvdu tinglimir beinanvegin aftra seg.
- Um samgongulimir veruliga meintu nakað við tað, so kundu teir bara sett fram misálit á løgmann. Tað stendur bæði Marjus Dam og fólkafloksmonnum frítt, men har hevur einki verið at hoyrt í so máta, sigur Høgni Hoydal.
Einki kompromis
Formaður Tjóðveldisins sigur, at støðan er greið; verður misálit sett fram móti løgmanni, verður borðið ruddað, og hetta uppskot viðgjørt og atkvøtt um. Øll onnur uppskot verða strikað.
- Men tað, sum undrar meg, er, at eingin hevur tikið stig til at finna neyðloysnir ella kompromisir. Vit hava í langa tíð havt djúpt misálit á sitandi samgongu, og kemur eitt misálit nú, er tað eitt internt samgongumál, sum vit ikki fara at blanda okkum í. Vit vilja fyrst síggja grundgevingarnar fyri einum misáliti, áðrenn vit taka støðu til tað, sigur Høgni Hoydal.
Hann vísir á, at eingin hevur nakrantíð vent sær til andstøðuna við hesum málinum.
- Hetta er eitt merkverdugt spæl, har allir partar royna at skáka sær undan ábyrgd, staðfestir formaðurin í Tjóðveldinum.
Hann er als ikki ósamdur við teimum sum siga, at málið í stóran mun er skundað ígjøgnum, og at tað eru mangir leysir endar, sum neyðugt verður at binda saman.
Tað verður neyðugt at fáa avklárað tey tingini, ið ikki enn eru viðgjørd í sambandi við hetta málið, sum í mangar mátar kann kallast kaotiskt. Hetta er eitt samgonguspæl, sum vit ikki vilja hava lut í, men har eru sum nevnt ting, ið greiða má fáast á við triðju viðgerð í morgin, sigur Høgni Hoydal um støðuna í málinum um Føryar sum eitt valdømi.