Flestu sangirnir eru nýumsettir sangir, sum ongantíð hava verið útgivnir fyrr.
Mirjam hevur altíð sungið. Í sunnudagsskúlanum fekk hon gott í beinini við sangi saman við pápanum Finni og systkjunum annars. Bæði sum ung, og seinni sum búgvin kvinna, hevur Mirjam luttikið á nógvum ymiskum plátu- og fløguútgávum, og mundi hon nokk gerast kendast fyri luttøkuna saman við Myrnu og Sofusi. Saman við døtrunum Vanju, Lailu og pápanum Finni Hansen, luttók Mirjam eisini á nøkrum útgávum.
Nú er so stundin komin til eina nýggja solofløgu, har Mirjam hevur valt sangir, sum henni hevur dámað sera væl at sungið seinastu árini. Í samstarvi við Jóhan við Neyst úr Klaksvík, sum hevur umsett flestu sangirnar, hevur tað eydnast at samla hesar sangir saman og geva teir út.
Tað er country-snidlingurin Jákup Zachariassen, sum hevur endaliga samskipað tónleikin, við tað at ein partur er innspældur í USA. Væl kendir føroyskir tónleikarar hava givið teirra íkast eisini. Tað eru døturnar Vanja, Laila og Barbara, saman við Noé Chaparro og Jón Svein Heinesen, ið hava sungið kórrøddir. Eyðun Johannesen hevur ljóðblandað og mastrað fløguna.
Bróðurin Sofus Hansen luttekur eisini á tveimum sangum, og er tað við gleði, at hetta samstarv aftur er komið í lag. Umframt Sofus luttekur eisini Betesdakórið í Klaksvík á einum sangi. Fløgan verður at fáa bæði í vanligum tónleika- og fløguhandlum, eins og servicestøðum og øðrum handlum og kioskum kring alt landið.










