Sunnudagin hin 15. mars klokkan 14.30 verður árliga grækarismessuhaldið í Vági.
Haldið verður við minnisvarðan, har vágbingar og gestir savnast at fagna várinum og at bjóða tjaldrinum, sum er eitt týðandi vártekin, vælkomnum heim.
Í Vági hevur grækarismessuhaldið í mong ár fevnt um røður, sang og felagssang, eins og vit hava sæð í undanfarnum tiltøkum.
- Í ár verður tað Miriam Jannit Norðberg, fødd og uppvaksin í Vági, sum fer at halda røðuna. Hon er leiðari á Ítróttarháskúlanum og eigur og rekur BRIM.
Sum vant luttekur Ljómur við sínum vakra kórsangi, og hetta setir altíð ein heilt serligan hátíðarligan dám á løtuna.
- Kórið fer eisini at stuðla undir felagssangin, sum altíð er ein týðandi partur av løtuni, siga tey í Vágs kommunu í dag.
##med2##
Í kommununi lata tey heilsa og siga, at øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, og aftaná verður boðið til ein drekkamunn í Miðlatúni, har høvi verður til prát og góðan felagsskap.
Skótaliðið Royndin sigur, at skótar og úlvar møta í Skótahúsinum klokkan 14.15, og skrúðgongan fer oman til minnisvarðan klokkan 14.20, har haldið byrjar klokkan 14.30.











