Club Brugge, sum hevur verið belgiskur meistari 13 ferðir og steypavinnari 10 ferðir, tekur klokkan 19.30 ólavsøkuaftan ímóti FK Qarabagh á Jan Breydel-leikvøllinum, har pláss er fyri yvir 29.000 áskoðarum. Men tað kundi akkurát tað sama verið EB/Streymur, ið helt ólavsøku í Belgia!
– Vit høvdu ein stóran kjans í síðstu minuttunum, ið kundi gjørt, at vit struku avstað við tí heila, tá Arnar Dam kom at standa í góðari støðu inni í brotsteiginum hjá teimum. Men hann fekk eitt skump, so tað bleiv ikki til meira enn at sletta bóltin ímóti málinum. Fleiri aðrir av okkara monnum vóru eisini um boðið í hesi støðuni, men heimaliðið fekk ruddað burtur, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi, ið sat við blandaðum kenslum eftir dystin.
– Hetta er nakað løgið nakað. Vit hava fingið tveir javnleikir og eru allíkavæl ikki víðari, og tað eru vit sjálvandi øgiliga keddir um, samstundis sum vit mugu ásanna, at soleiðis skuldi tað bara ikki vera. Vit eru eitt sindur skuffaðir, men kunnu allíkavæl hyggja hvønnannan í eyguni, tí allir gjørdu sítt besta, so fingurin kann ikki setast á nakað.
Hóast dysturin var so seint sum klokkan 21 lokala tíð, var hitin so mikið nógvur á Tofiq Bahramov-leikvøllinum í Baku, at makedonski dómarin gjørdi av, at tveir stuttir steðgir skuldu vera í hvørjum hálvleiki, so spælararnir kundu fara út til síðulinjuna at fáa sær ein vatnsopa.
Hildu nullið
Dysturin byrjaði annars við einum øgiligum trýsti frá FK Qarabagh, sum samanlagt í dystinum eisini hevði tey betru hagtølini. Turrisliga kann staðfestast, at í hornaspørkum var 8-0 til heimaliðið, í málkjansum innan fyri málrammuna 2-0 og í royndum, sum ikki raktu málið, var 9-2. Men úrslitið av dystinum var altso 0-0, ið EB/Streymur hevði sera stóra æru av!
– Okkara uppgáva var at halda nullið sum longst, samstundis sum mótstøðuliðið frá fyrstu løtu skuldi royna at jagstra málið, ið kundi tryggja víðari luttøkuna. Tað gjørdi teir í FK Qarabagh eisini, men sjálvt um teir vóru flúgvandi í fyrra hálvleiki, sóu vit, at teir kundu ikki blíva við upp á tann mátan allan dystin, sigur venjarin hjá EB/Streymi.
– Trýstið var slett ikki tað sama í seinna hálvleiki, har vit framvegis arbeiddu eftir sama setningi, at vit skuldu halda okkara mál reint. Tá so 10 minuttir vóru eftir, valdu vit at satsa, so Sorin Anghel var fluttur fram í álopið og vit bara høvdu tríggjar eftir í verjuni.
Hesa løtuna kom EB/Streymur eisini til fleiri møguleikar, og serliga gjørdist tað vandamikið, tá sundalagsmenn fingu innkøst, sum Gert Hansen fekk kastað heilt inn í brotsteigin hjá vertunum, har fleiri góðar støður spurdust burturúr. Tað rakk bara ikki heilt á mál.
Sera góðir karmar
– Hetta var annars eitt heilt fantastiskt upplivilsi, tí karmarnir vóru av tí allarbesta. Nógv fólk var til dystin, og har var ein øgiligur gangur frá teimum. Hetta var heilt nakað annað, enn vit upplivdu, tá eg fyri trimum árum síðani var her við U21-landsliðnum og næstan einki fólk var og hugdi, sigur Heðin Askham, ið ta ferðina eisini fekk javnleik, 2-2.
– Yvirhøvur er áhugin fyri FK Qarabagh stórur her niðri, tí bara til venjingarnar er fult av áskoðarum, ið sjálvt tá geva ljóð frá sær.
Her kann so nevnast, at fyrst í 90-unum var Nagorno-Qarabagh javnan at hoyra í tíðindunum, tí har var kríggj, sum endaði við, at Armenia tók landspartin, har Qarabagh hoyrir heima. Tí eru viðhaldsfólkini í veruleikanum í útlegd í Baku og aðrastaðni í Aserbaidjan, og tað sást millum annað aftur á nøkrum av skeltunum, tey vístu fram undir dystinum.
Sorin í serflokki
Eftir dystin í gjárkvøldið kundi Heðin Askham bara staðfesta, at hann hevði sæð sínar menn spælt upp til sítt allarbesta annan dystin á rað, men at tað tíverri ikki rakk allan vegin, sjálvt um møguleikin í veruleikanum var har – og EB/Streymur bara var minuttir og millimetrar frá at vinna seg víðari.
– Sum sagt, so gjørdu allir sítt allarbesta, men burtur úr rúgvuni má eg nevna Sorin Anghel, sum aftur hesa ferð var í serflokki, sum hann eisini hevur verið tað síðstu mánaðirnar, sigur venjarin, ið heldur, at hesir báðir dystirnir í Europa League hava givið gott viðføri at hava við sær, nú krevjandi dystir standa fyri framman í heimligu kappingunum.
– Vit skulu spæla steypafinalu og bjóða av í landskappingini, og til tær avbjóðingarnar hava vit sjálvandi nakað at taka við okkum burtur úr hesum.
Eisini stendur eftir, at EB/Streymur veruliga setti trumfin á besta føroyska summarið nakrantíð í europeiskum fótbólti, tí føroysku liðini tilsamans megnaðu fýra javnleikir. EB/Streymur eigur tveir av teimum í hesum báðum dystunum ímóti FK Qarabagh, NSÍ ein ímóti Fulham og HB ein ímóti Malmö FF, og tað kundi meiri enn so hent seg, at alt hetta munar eitt sindur, tá lutakast verður til kappingarnar næstu ferð.