Minur á markið

Pakistanska stjórnin hevur sett sær fyri at forða Taliban-hermonmnum at ferðast aftur og fram um markið til Afghanistan. Tað hevur leingi ljóðað, at Taliban-hermenn hava næstan frítt at fara á marknaleiðunum, men nú fer pakistanski herurin at forða hesum, sigur Riaz Mohammed Khan, verjumálaráðharri. Á einum tíðindafundi í gjár segði hann, at pakistanski herurin hevur fingið boð um at leggja minur fram við markinum fyri at forða afghanskum mótstøðumonnum at ferðast um markið.