Mintust tey deyðu í ferðsluni

Sunnudagin var minningardagur teirra deyði í ferðsluni. Higartil í ár hevur gingið illa, tí tað hava longu fýra fólk latið lív í ferðsluni

Sunnudagin, fyrsta sunnudag í juli, var minningardagur teirra deyðu í ferðsluni, og sætta árið á rað vórðu blómur løgd við tey støð, har fólk eru deyð.
Jón Kragesten á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sigur, at higartil í ár hevur gingið illa í ferðsluni í Føroyum.
 Tað eru longu fýra fólk deyð í ferðsluni í ár. Tey vóru øll ungdólk og børn, og tey vóru ávikavist 18 ár, 17 ár, 14 ár og 0 ár.
Hetta svarar til 8,3 fólk pr. 100.000 fólk.
Síðani 1928 eru 255 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum, harav 207 síðani 1970.
Sostatt eru nógv fleiri fólk deyð í ferðsluni í Føroyum enn í Danmark
Jón Kragesten sigur, at fyrra hálvár í ár doyðu 2,8 fólk í ferðsluni í Danmark fyri hvørji 100.00 fólk.
Alt fjør doyðu 369 fólk í Danmark, ella 6,8 fólk pr. 100.000.
Hóast tað í Danmark hevur gingið framá í stórum seinastu árini, so eru danir als ikki nøgdir við støðuna. Teir vilja enn longur fram og vera á hædd við Noreg og Svøríki, har talið á deyðum pr. 100.000 er um 5,6. Í Noregi og Svøríki verður miðvíst arbeitt eftir Nullhugsjónini, sum er, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni".
 Fyri at gera nakað við støðuna í Danmark, verður av álvara arbeitt við ferðslutrygdarætlanum, sigur Jón Kragesten.
 Umframt upplýsing, verður dentur lagdur á gransking, at nýta hátøkni í akførum og veganetið og ikki minst at betra um eftirlitið hjá politinum.
Hon sigur, at í 2002 settu danir sum mál, at í 2012 skulu færri enn 300 fólk doyggja í ferðsluni. Í løtuni eru danir frammanfyri tíðarætlanina og umhugsa nú at lækka málið fyri 2012 frá 300 niður í 250 fólk.
 Í Føroyum hava vit enn ongan skipaðan ferðslutrygdarpolitikk og vit hava ikki sett okkum ítøkilig mál at arbeiða í móti, hóast Ráðið fyri Ferðslutrygd í fleiri ár staðiliga hevur mælt til hetta, sigur hann.

Vón fyri framman
Men Ráðið fyri Ferðslutrygd heldur, at vón er kanska fyri framman, við tað at landsstýrismaðurin í ferðslumálum í næstu tingsetu fer at seta fram lógaruppskot um, at endamálsorðingin í ferðslulógini verður grundað á Nullhugsjónina.



Í álitinum Ávegis til Nullhugsjónina0 sum Ráðið fyri Ferðslutrygd lat gera í 2003, verður m.a. mælt til, at:
Útbúgvingin at taka koyrikort til bil skal betrast og ungfólk millum 18 og 25 ár skulu fáa serligt royndarkoyrikort í 2 ár við serligum treytum
Koyrikort við stigaskipan skal setast í verk
Kravd undirvísing at fyri at taka koyrikort til prutl
Promillumarkið skal lækkast úr 0,5 niður í 0,2
Skaðanevnd at kanna álvarsligastu ferðsluóhappini verður sett
Venjingarbreyt/ hálkubreyt verður gjørd í Føroyum"