Hópmorð
Umboð fyri myndugleikarnar í fleiri londum vóru hjástødd á tíggju ára minningarhaldinum til minnis um tey, sum lótu lív í Screbrenica-hópmorðinum á sumri í 1995.
Tá beindu serbiskir hermenn fyri ímillum 7.000 og 8.000 bosniskum monnum og dreingjum. 610 lík, sum eru funnin í hópgravum, vórðu jarðað í gjár eftir muslimskum siði í tí ovurstóra Potcari-kirkjugarðinum beint uttan fyri Screbrenica í landnyrðingspartinum av Bosnia.
Frammanundan vóru 1.327 bosniskir muslimar jarðaðir har, men myndugleikarnir hava gjørt pláss fyri 10.000 gravum.