Mintust Pinochet-offur

Fleiri túsund fólk vóru í gjár komin saman í kilska høvuðsstaðnum, Santiago, at minnast tey, sum lótu lív undir hernaðarstýrinum hjá Augusto Pinochet. Tann 11. september eru 39 ár, síðani herurin tók valdið í Kili.

Augusto Pinochet ráddi fyri borgum í Kili frá 1973 til 1990. Í hesum árunum vórðu í minsta lagi 3.200 fólk fyribeind, tey flestu stutt eftir kvettið. 37.000 fólk vórðu sett í varðhald, har fleiri teirra fingu ringa viðferð, og umleið 200.000 fólk flýddu ella vórðu rikin av landinum.

Nógv av teimum, sum tóku lut í minningarhaldinum í gjár, bóru myndir av skyldfólki og vinum, sum trygdardeildirnar hjá hernaðarstýrinum gjørdu av við. Nøkur royndu at gera seg inn á stjórnarbygningar, men løgreglan legði uppí við táragassi, skrivar Reuters.