Umleið 1.000 fólk komu í gjár saman í miðbýnum í hvítarussiska høvuðsstaðnum Minsk at minnast tey mongu, sum doyðu undir týsku hersetingini undir seinna heimsbardaga.
Undan seinna heimsbardaga var Minsk millum teir býirnar í Evropa, har lutfalsliga nógvir jødar búðu. Hildið verður, at umleið 100.000 jødar doyðu í teimum týningarlegunum, sum nazistarnir høvdu í Minsk frá august í 1941 til oktober í 1943.
Millum teirra, sum vóru við til minningarhaldið í gjár, vóru nakrir hvítarussiskir jødar, sum sluppu livandi undan týska áganginum í Hvítarusslandi.
Hvítarussiski forsetin, Alexander Lukashenko, helt røðu á minningarhaldinum. Heitið á røðu hansara var "Einki er gloymt - Eingin er gloymdur".