Mintust krystallnáttina

Um vikuskiftið varð skipað fyri einum serligum tiltaki í Berlin, har nógvir týðandi týskarar við Angelu Merkel, kanslara á odda mintust 70 ára dagin fyri ta tiltiknu Krystallnáttina tann 10. november í 1938

Ta náttina fóru nazistar herjandi um alt Týskland, har teir løgdu á hús, ognir og fyritøkur, sum jødar áttu. Fleiri hundrað jødisk samkonuhús vórðu brend í grund, umleið 90 jødar vórðu myrdir, og umleið 30.000 aðrir vórðu handtiknir og fluttir í fangalegur, har teir flestu seinni vórðu tiknir av døgum.

Tiltakið í Berlin var í tí størsta jødiska bønhúsinum í býnum. Angela Merkel helt røðu. Hon segði millum annað, at tað, sum hendi Krystallnáttina, eigur at fáa týskarar at venda sær ímóti øllum, sum yvirhøvur minnir um jødahatur.

Umleið seks milliónir jødar lótu lív í seinna heimsbardaga og árunum undan bardaganum.