Eingin veit við vissu, hvussu mong doyðu, tá tann stóra flóðalda skolaði inn yvir strendurnar í Indonesia, Teilandi, India, Sri Lanka og aðrastaðni annan jóladag í fjør. Tey almennu tølini siga, at umleið 240.000 fólk doyðu. Meinast raktur var landsparturin Aceh í Indonesia, og har vilja myndugleikarnir vera við, at 170.000 lótu lív.
Av teimum umleið 5.400, sum doyðu í Teilandi, vóru næstan helmingurin útlendsk ferðafólk, og á ársdegnum nýttu mong avvarðandi høvi at fara til Teilands at minnast tey. Í fleiri londum skipaðu myndugleikar og felagsskapir eisini fyri minningarhaldi til minnis um tey, sum doyðu. Eitt nú skipaði Reyði Krossur í Danmark fyri minningarhaldi í Helligåndskirken í Keypmannahavn fyri at minnast danirnar, sum doyðu í flóðalduni.
Milloum teirra, sum vóru til minningarhald í Khao Lak í Teilandi, var tann 11 ára gamla enska gentan Tilly Smith. Hon var eisini har annan jóladag í fjør og gjørdist kend um allan heimin, tí tað eydnaðist henni at ávara fólk, tá flóðaldan kom skolandi inn ímóti landi. Sagt varð, at hennara ávaring hevði bjargað nógvum mannalívum.