KÍ og 07 Vestur hittast í Klaksvík nú klokkan 15. Undan dystarbyrjan er tøgn í ein minutt. Tað er fyrrverandi KÍ spælarin, sum tey minnast í tøgn. Eiler andaðist næstseinasta hóskvøld, tá ið KÍ spældi Europa fótbólt á Tórsvølli. Hann var var 71 ára gamal.
Eiler var á besta KÍ liðnum frá 1971 og fram til 1979, og í felagnum og í føroyskum fótbólti er hann kendur fyri at vera hann, sum skoraði málið, tá ið KÍ við 1-1 javnleiki vann FM heitið í dysti í Gundadali ímóti HB. Tað var 3. september 1972.
Eftir at hann gavst at spæla var fryntligi Eiler Jacobsen ella Eiler í Búðunum, sum hann verður nevndur, sera íðin KÍ viðhaldsfjeppari. Eldri beiggi Eiler er Steinbjørn Jacobsen, sum í mong ár var miðvallargeneralur í Klaksvík. Eiler var ommubeiggi Jákup B. Andreasen, sum nú er liðformaður og miðvallarálit í Klaksvík.