Mintust Deepwater Horizon-vanlukkuna

Næstringar hjá teimum 11 monnunum, sum doyðu í spreingingini á oljuboripallinum Deepwater Horizon í Meksikoflógva, vóru í gjár á flogi uppi yvir vanlukkustaðnum. Orsøkin er, at eitt ár er liðið síðani vanlukkuna. Samstundis varð skipað fyri minningarhaldi í statunum Louisiana, Mississippi, Alamba og Florida.

Barack Obama, forseti, mintist eisini tey, sum fórust, samstundis sum hann takkaði teimum mongu, sum gjørdu sítt til, at oljulekin ikki gjørdi størri skaða, enn hann gjørdi.

Forsetin segði, at stjórnin hevur álit á, at feløgini British Petroleum, Halliburton og Transocean átaka sær fulla ábyrgd av tí, sum hendi.