Tað var afturhvarv í sendingini SportBoxin á Rás2 í dag.
Tróndur Arge hevði sett fyrrverandi U21 landsliðsvenjarunum, Bill McLeod Jacobsen og Heðini Askham stevnu í Rásarúminum í samband við, at 10 ár eru liðin síðani føroyska U21 landsliðið byrjaði regluliga at spæla undankappingardystir.
Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham mettu og tippaðu eisini 13. umfar í effodeildini, sum verður hetta vikuskiftið.
Í sendingini minturst Bill og Heðin aftur á tær bestu og gyltastu løturnar, sum tá vit vunnu 1-0 á Russlandi og 1-0 á Montenegro, og tá vit javnaðu ímóti Danmark og Rumenia ímóti dystarendan. Í sendingini vóru fimm minnilig ljóðbrot at hoyra frá dystum hjá føroyska U21 landsliðnum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina, sum var seinni tímin í SportBoxini.