Mánadagin vóru liðin 80 ár síðani, at fyrsti bilurin kom til Føroya ? og hetta setti sjálvandi dám á fundin hjá limunum í Føroya Ellisakførum, sum hittast í felagshølunum yvir við Strond í Havn hvørt mánakvøld.
Hetta mánakvøldið var einki undantak í so máta, og fóru limirnir ein túr oman á Kongabrúnna í Havn, har fyrsti bilurin varð skipaður upp á land leygardagin 6. mai í 1922.
Ætlanir vóru frammi um at hátíðarhalda dagin m. a. við at Ford T bilurin hjá Hans Elmari Poulsen á Vatnsoyrum skuldi verða við. Hesin bilur er neyvt sama slag bilur, sum Ford T bilurin, sum Júst Sivertsen og Johannus Olsen keyptu frá Vilhelmi Nielsen og Wenzeli Petersen í 1922. Men alt hetta varð av ongum, tí Ford T bilurin hjá Hans Elmari er á Vatnsoyrum, og úr Vágum til Havnar slepst ikki við bili í hesum døgum vegna verkfallið.
Nógv er sjálvandi broytt á Kongabrúnni í Havn øll hesi 80 árini. Men tó so: Bryggjukanturin er tann sami, og farvegurin eftir skráan, ið bilurin var drigin uppeftir, sæst enn í bryggjukantinum. Hesin skrái varð brúktur, tá teir skipaðu vøru av skipum við prámi.
Hendan minniliga leygardagin í mai í 1922 varð nógv fólk samankomið á bryggjuni, men eingin dugdi at koyra bilin. Tískil varð hann skumpaður niðan í Quillingsgarð, har Wenzel og Vilhelm høvdu smiðju.
Bilurin kostaði 4.800 krónur at keypa, og farmagjaldið var 500 krónur.










