Umleið 100 fólk savnaðust fríggjakvøldið um 19.30-tíðina fyri at vísa familjuni samkenslu og stuðul, eftir at 11 ára gamla, Niina Natuk Filemonsen, er funnin deyð. Tað var hóskvøldið um 20-tíðina, at gentan seinast varð sædd av familjuni.
Tá fór hon frá húsum, men tá hon ikki kom aftur til avtalaða tíð, fóru sjálvboðin í Aasiaat at leita, og tey høvdu ikki leitað leingi, til hin 11 ára gamla varð funnin deyð - ikki langt frá heimi sínum.
Løgreglan roynir nú at fáa út av, hvat er hent við gentuni, og tey hava heitt á fólk, sum vóru um hesar leiðir, tá gentan varð funnin, um at lata hoyra frá sær.
Løgreglufólk úr Sisimiut og Nuuk eru komin til Aasiaat at hjálpa til við kanningararbeiðnum, og týsdagin koma kriminalteknikarar úr Danmark. Løgreglan sigur, at tað kann ikki útilokast, at ein brotsgerð er framd.