Ungi drongurin, sum svav í somu húsunum, sum unga kvinnan, ið var álopin, mintist niður í smálutir, hvat fór fram hendan morgunin í Norðdepli.
Hann vaknaði við at unga gentan rópti hansara navn, og tá hann kom innar í kamarið, hálvavegna lá ákærdi inn yvir gentuna, sum lá á búkinum. Hann sá, at ákærdi júst hevði skorið í hana.
Ákærdi kom so yvir móti honum, meðan vitnið bakkaði undan. Í fyrstu atløgu sló ákærdi við knivinum eftir vitninum og rakti hann í hásin. Síðani stakk hann fleiri ferðir vitnið í ryggin og búkin.
Síðani legði ákærdi aftur eftir høvdinum á vitninum og stakk hann fleiri ferðir aftrat har. Og tá vitnið so fekk í albogan á ákærda, varð hann fleiri ferðir stungin í armin.
Tað endaði við, at vitnið fekk trýst ákærda niður í trappurnar, sum gingu úr kjallarahæddini og upp á, og helt honum har. Meðan hannso heldur honum fer álopna gentan rennandi fram við teimum og innar í kamarið hjá systir hansara og leypur út gjøgnum vindeygað.
Tá sleppur vitnið ákærda, sum fer innar í kamarið aftan á gentuni, og eisini hann leypur út gjøgnum vindeygað.
Tey bæði halda so oman til abba og ommu vitnið, og eftir eina tíð fer vitnið so eisini oman har, men tá er ákærdi maðurin farin afstað.
Leo Poulsen fylgdi málinum í dag.










