Minti um botndyst

Lítil ferð var á kvinnudystinum millum Kyndil og StÍF sunnudagin, har Kyndil innan stutta løtu tveitti møguleikan fyri fyrstu stigunum burtur

Hondbóltur

Higartil hevur árið hjá kvinnusíðuni í Kyndli ikki hilnast nakað serligt. Liðið hevur greitt verið við undirlutan móti bæði Stjørnuni og Neistanum, og tí var ikki væntandi, at tær skuldu gera nakrar stórvegis skreytir móti StÍF sunnudagin.
StÍF vann sær í fjør bronsumerkini, og tó at liðið hevur havt nakað av frágongd síðani, so bendi javnleikurin móti Stjørnuni á, at liðið aftur í ár hevur ætlanir um at vera við í dystinum um heiðursmerkir.

Mistøk kostaðu
Tað var tó lítið, sum bendi tann vegin sunnudagin. Fyri tað nógva megnaði Kyndil nevnliga fult og heilt at spæla upp til gestirnar, og leingi var tað eisini Kyndil, sum hevði lítla munin, sum var í dystinum.
Við at leggja dentin á verjupartin, har Fríða Petersen eisini var ein góður seinasti skansi, megnaði heimaliðið í trý korter at halda StÍF frá at kalla øllum, og tó at Alina Olaru sær sjálvum líkt megnaði nøkur gjøgnumbrot, so tóktist hetta ikki vera nóg mikið.
Og í álopspartinum sýndi Kyndil eisini, at felagið her hevur nakað at hava framtíðar vánirnar í. Tó at tær enn ikki eiga berandi leiklut á liðnum, so sýndu Randi Wardum og Hildur Mikkelsen í løtum, at tær eiga eina bjarta framtíð á liðnum, og hendan hóttanin frá bakkunum viðførdi eisini størri rásarúm aðra staðni á vøllinum.
Men innan fimm minuttir í seinna hálvleiki misti heimaliðið tó alt á gólvið. Nøkur fullkomuliga óneyðug mistøk førdu fleiri kontramøguleikar til StÍF við sær, og so kundi Beinta Joensen vísa, at hon telist millum tær heilt frægu vongspælararnar í landinum. Tríggjar ferðir fekk hon møguleikan, og hvørja ferð sat bólturin í meskunum, og so var leyst og liðugt.

Gevur vón
Við sigrinum syrgdu StÍF fyri, at tær framvegis eru við í oddinum, og í so máta man tað vera líka mikið, hvussu tunnur sigurin var. Tað kann tað sum so eisini vera hjá Kyndli, men hinvegin man tað í øllum førum kennast sum eitt stórt stig rætta vegin, at tær hesaferð vóru somikið nær við at fáa stig burturúr dystinum. Megna tær í komandi dystunum at halda fast í grundhugsjónini í spælinum og so sleppa undan býttu mistøkunum, so kann væl vera, at okkurt stigið fer at koma á kontina nakað fyrr enn summi av viðhaldsfólkunum høvdu roknað við.

Dysturin í tølum
Kyndil-stÍF 16-20 (10-10)
Málskjúttar
Kyndil: Ann Mari Wang 5, Anja Heinadóttir 3, Annika Thomsen 2(1), Randi Wardum 2, Anita Kjærbo 1, Sólja Jóannisdóttir 1, Ingrid H. Petersen 1, Jensia Kjærbæk 1
StÍF: Alina Olaru 8(2), Milica Ergic 3(1), Beinta Joensen 3, Anna Maria Berthelsen 2, Anna B. Danielsen 2, Paula B. Høgnesen 1, Poula D. Olsen 1
Brotskøst: Kyndil 1, StÍF 3
Útvísingar: Kyndil 1, StÍF 2
Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trúgvi Mortensen. Høvdu ongar trupulleikar av ferðfátæku uppgerðini.