Minsti útflutningur í 15 ár

Fyrra hálvár í ár er føroyski útflutningurin av fiskavørum minkaður ein triðin sammett við í fjør. Hagstovan skrivar á heimasíðu síni, at útflutningurin av fiski fyrstu seks mánaðirnar í ár var 120.000 tons, og so lítil hevur nøgdin ikki verið síðani miðskeiðis í 90´unum.

Hóast stóra minking í tonsum er virðið av útflutta fiskinum bert minkað 5%. Tað kemst serliga av, at útflutningsvirðið av alifiski er vaksið við meir enn eini helvt.

Samlaði útflutningurin var fyrra hálvár góðar 1,8 mia kr., og er hetta ein minking uppá 16% samanborið við í fjør