Hin 1. juni í ár hækkaði minstalønin hjá fiskimonnum úr 925 krónum upp í 1000 krónur fyri hvønn mynstringardag. Aftrat hesum kemur so frítíðarløn á 12% um árið.
Síðan landskassin slapp sær av við mynstulønina, og partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir noyddust at syrgja fyri skipanini, er minstalønin fleiri ferðir økt.
Minstalønin er ein trygd hjá teimum, sum sigla við skipum við svikaligum fiskiskapi, og ikki minst hjá línumonnum - men eisini hjá øðrum botnfiskaskipum - kann trygdin koma væl við.
Í eini tíð, har stórur eftirspurningur er eftir fólki á landi, soleiðis sum vit síggja tað í dag, er skjótt, at hetta kann ganga út yvir línuskipini og ísfiskaskipini í síni heild.
Tað er væl kent millum línuskip, at tað viðhvørt kann vera torført at fáa fult manningartal hvønn túrin, tó at roynt hevur verið at hava nakrar útlendingar umborð eisini.
Í fiskiflotanum verður nú vónað, at batin í minstulønartrygdini fer at lyfta undir áhugan at manna skipini, sum veiða botnfisk undir Føroyum.
Hækkingin, galdandi frá 1. juni at rokna, fevnir eisini um minstaforvinning, sum nú verður 18.000 krónur um mánaðin.
Neyvari kunning um nýggju kunngerðina kann lesast á www.trygdargrunnurin.fo