Tað er so nógv at gera hjá norðmonnum, at nú hevur einki land í Evropa so lítið arbeiðsloysi sum Noreg. Tølini vísa, at um mánaðarskiftið januar-februar vóru 71.000 fólk arbeiðsleys. Tað er 12 prosent færri enn fyri einum ári síðani, og norska arbeiðsloysið er sostatt 2,8 prosent.
Norska kringvarpið sigur, at tað er støðugt veksandi eftirspurningur eftir arbeiðsmegi, og í síðsta mánað vórðu 29.500 størv lýst leys.
Hanne Bjurstrøm, arbeiðsmarknaðarráðharri, sigur við NRK, at gongdin ber týðiliga boð um, at búskaparkreppan í Evropa hevur havt sera avmarkaða ávirkan á viðurskiftini í Noregi. Hon ávarar tó um, at tað er als ikki vist, at hetta verður varandi.