Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at nógv fólk var í býnum í nátt, og tað sæst partvís aftur í døgnrapportini.
Løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir um fólk, ið hava verið drukkin og antin verið til ampa ella ikki før fyri at klára seg sjálvi. Eisini hevur hon fleiri ferðir verið kallað út til húsaófrið, tí fólk ikki hava megnað at stýrt sær. Ein maður var tikin fyri rúsdrekkakoyring í nátt.
– Tað er slíkt, sum altíð hendir, tá fólk fáa sær ov nógv at drekka, sigur vakthavandi.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tey arbeiða í løtuni við tveimum harðskapsmálum frá í nátt.
– Tað kann tó væl hugsast, at tað talið verður hægri, tá fólk so spakuliga byrja at vakna út á dagin, sigur vakthavandi.