Minst tvær bumbur um árið

Amerikanska fregnartænastan skrivar í einari nýggjari frágreiðing, at Norðurkorea er í ferð við at útvega sær so mikið av urani, at landið verður ført fyri at gera minst tvær kjarnorkubumbur um árið.
Fyrr hevur CIA sagt, at Norðurkorea helst hevur eina ella tvær kjarnorkubumbur á goymslu longu nú, og í nýggju frágreiðingini, sum varð løgd fyri kongressina hósdagin, stendur eisini, at norðurkoreanar helst eisini hevur væl at evnafrøðiligum vápnum.
Viðurskiftini millum USA og Norðurkorea hava verið spent seinastu mánaðarnar, eftir at tað kom fram, at Norðurkorea hevði tikið uppaftur kjarnorkuverkætlanina, sum landið annars steðgaði í 1994.