Minst til - gloym ikki at velja til umboðsráðið

Eg vil við hesum gera vart við, at eg bjóði meg fram sum valevni til umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna.

 

Um tú hevur trygging tína í Tryggingarfelagi Føroyar, ert tú eisini limur við atkvøðurætti.

 

Nú eg í 6 ár havi verið limur í umboðsráðnum, haldi eg framhaldandi, at avbjóðingin er spennandi og fari eg at gera mítt ýtarsta fyri at gera eitt gott arbeiði. Eg vil fegin vera títt umboð í umboðsráðnum.

 

Formligi leikluturin hjá Umboðsráðnum er m.a. at velja nevnd í Ognarfelag Tryggingartakaranna, at góðkenna ársroknskapin og at gera møguligar viðtøkubroytingar. Heimild og ábyrgd er t.d. at taka avgerð um, hvussu avlop sambært roknskapinum verður nýtt og at gera av, um vinningsbýti verður útgoldið limunum. Vit í Umboðsráðnum hava virkað fyri at veita tryggingartakaranum í Tryggingarfelagnum Føroyum vinningsbýti í mun til, hvussu stórt møguligt avlop samtakið hevur.

 

Hesum fari eg framhaldandi at virka fyri, tí sjálvsagt skal tryggingartakarin hava lut í vinninginum.

 

Um miðjan februar verður valið útskrivað, og atkvøðuseðlar verða tá sendir til allar tryggingartakarar við atkvøðurætti. Minst til - gloym ikki at nýta tín rætt at velja.

 

Við vón um tína atkvøðu til Umboðsráðið.

 

 

Tóra við Keldu