Minst seks deyð í skottilburði í Kalifornia

Ein ógvusligur skottilburður hevur verið í Sacramento í morgun. Tað skrivar fleiri miðlar.

 

Løgreglan hevur sperrað økið av, har ein skottilburður var í morgun. - Foto: Rich Pedroncelli/Ritzau Scanpix

Í minsta lagi seks fólk eru deyð, eftir skottilburð í høvuðsstaðnum í Kalifornia, Sacramento, í morgun lokala tíð.

Tað upplýsir løgreglan á staðnum á Twitter.

Harumframt eru níggju onnur fólk flutt á sjúkrahús, sum eru særd í skottilburðinum.

Løgreglan hevur sett upp avsperringar í økinum, har skottilburðurin var. Tað vísa myndir. Á Twitter hevur løgreglan heitt á fólk um at halda seg burtur.

Í løtuni er tey sparin við upplýsingum. Løgreglan hevur enn ikki váttað, hvat kann vera orsøk til skottilburðin, ella hevur hevur framt hann.

Kontakt

 

 

 

Løgreglan hevur sperrað økið av, har ein skottilburður var í morgun. - Foto: Rich Pedroncelli/Ritzau Scanpix