Tað gongst illa at fáa myndugleikarnar í Filipsoyggjunum at siga, hvussu mong mannalív gíslatøkan í Manila í dag hevur kravt, men fyri løtu síðani kunngjørdu sjúkrahúskeldur í býnum, at í minsta lagi seks av teimum 15, sum vóru eftir í bussinum, eru deyð.
Sum skilst er gíslatakarin eisini deyður.
Upprunaliga vóru 25 fólk í bussinum, sum ein fyrrverandi løgreglumaður tók. Seinni lat hann níggju fólk sleppa úr bussinum, og tað eydnaðist bussføraranum at flýggja út ígjøgnum eitt vindeyga.
Tann 55 ára gamli maðurin, sum tók bussin og ferðafólkini, misti fyri stuttum starvið sum løgreglumaður. Hann kravdi at fáa arbeiðið aftur, men tá tað varð sýtt honum, valdi hann at taka bussin og ferðafólkini í morgun. Tað er ikki greitt, um hann beindi fyri sær, ella um hann bleiv skotin, tá løgreglan herjaði á bussin.










