Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum.
- Stýrið og leiðsla fyri Heimatænastuna gleða seg til at fremja eitt gott og uppbyggjandi arbeiði á eldraøkinum, sum tekur støði í tørvinum hjá tí einstaka menniskjanum.
Tað sigur Eysturkommuna á sínari heimasíðu í dag.
Lagt verður aftrat, at dagliga umsitingin hjá Heimatænastuni er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu, og kommunurnar hava lagt seg eftir at skipa yvirtøkuna soleiðis, at fólk í minst møguligan mun koma at merkja órógv.
- Næstu dagarnar verða ymiskar dagføringar gjørdar á heimasíðuni hjá Eysturkommunu, so kunning, umsóknarskjøl og annað verða løtt at fáa fatur á. Fólk eru eisini vælkomin at ringja til Heimatænastuna á telefon 730 200 ella at senda teldupost til heimatanastan(at)eystur.fo, sigur Eysturkommuna í dag.
Leiðari fyri Heimatænastuna í samstarvinum millum Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu er Kristina T. Larsen.