Minst líka dugnaligir sum danskir arkitektar

– Føroyskir arkitektar eru minst líka dugnaligir, sum danskir, sigur Mayfinn Norðoy, formaður í Arkitektafelag Føroya. Hann undrast yvir at føroyskir byggiharrar velja danskar teknistovur framum føroyskar

Í gjár varð kunngjørt at eldradepilin, ið skal byggjast á trøðni hjá Júst Sivertsen yviri við Strond, er fallin danska felagnum Arkitema í lut at tekna. Hesin stovnurin er bara tann seinasti í røðini av fleiri nýbygningum, ið fella donskum fyritøkum í lut at tekna.

Mayfinn Norðoy, ið er formaður í Arkitektafelag Føroya, hevur áður funnist at føroyskum byggiharrum, ið velja danskar teknistovur framum føroyskar teknistovur.

- Trupulleikin er ikki at føroyskir arkitektar eru minni dugnaligir enn danskir. Statistikkurin vísur at føroyskar teknistovur gera færri byggigølur enn tær útlendsku, ið verða nýttar her. Hygg bara at millum annað Hoyvíkshøllini, har stórir trupulleikar vóru við takinum. Eisini eru fleiri onnur dømi um, at feilir verða gjørdir, har danskar teknistovur eru íblandaðar, sigur Mayfinn Norðoy.


Størri merkir ikki betri

Tann veruligi trupulleikin er sambært Mayfinn Norðoy ikki at føroyskar teknistovur gera eitt verri arbeiði enn aðrar, men heldur støddin á føroyskum teknistovum, ið kanska ofta hava ilt við at fylgja við byggiharranum.

- Men tað er ein trupulleiki, ið lættliga kann loysast. Vit hava eisini teknistovur, ið telja upp í 16 fólk, og tá skuldi eingin trupulleiki verðið. Útlendsku teknistovurnar hava kanska upp móti 200 fólk í starvi, men hetta merkir ikki at tey seta so nógv fólk av til eitt arbeiði. Tær seta kanska ein bólk uppá 5 til 6 fólk av til at arbeiða við málinum, og tað er nakað vit eisini megna. Tað krevur bara nakað av byggiharrunum og arkitektunum, at teir seta seg niður saman og finna eina loysn, sigur Mayfinn Norðoy, formaður í Arkitektafelag Føroya.

Mayfinn Norðoy fýlist eisini á, at mann í niðurgangstíðum velur at senda, í hesum førinum fimm, milliónir krónur av peningi hjá skattaborgarunum av landinum.