Minst bronsa til Kjartan Eli

Dublurnar hjá føroysku borðtennisspælarunum eru slignar út bæði hja kvinnum og monnum. Men Kjartan Eli Hentze hevur fingið í minsta lagi bronsu. Í gjár skuldi hann spæla hálvfinaluna, har hann skuldi finna útav, hvørjum slagi av metalli heiðursmerki skuldi verða gjørt av

Guernsey: Føroyski borðtennisspælarin, Kjartan Eli Hentze, hevur í øllum førum tryggjað sær eina bronsu í borðtennis fyri einstaklingar. Hann skuldi í gjár spæla hálvfinaluna, har tað saktans kundi farið báðar vegir, tí tann honum Kjartan Eli skuldi møta í hálvfinaluni, vann hann á í liðkappingini.
Dublurnar hjá føroysku borðtennisspælarunum eru báðar úti av kappingini.
Kjartan Eli Hentze og Peter Niclasen spældu taptu fjórðingsfinaluna 3-1.
? Tað var ein tættur dystur, sum kundi farið báðar vegir. Vit vistu áðrenn dystin, at tað fór at vera trupult, men marginalarnir vóru ikki við okkum hesaferð, segði Peter Niclasen eftir dystin.
Paula Eikhólm og Maria Nielsdóttir spældu eisini dublur hósdagin. Fýra dystir vóru á skránni, og taptu tær allar fýra við úrslitunum 3-1, 3-0, 3-2 og 3-1.
Hálvfinalan hjá Kjartan Eli var leikt fríggjadagin, men úrslitið megnaðu vit ikki at fáa við áðrenn evsta mark okkara. Men av tí, at tað ikki verður spælt um bronsuna í borðtennis, so er hon longu tryggjað honum.