Minst 60 deyð í Islamabad

Bumbuatsóknin at einum hotelli í pakistanska høvuðsstaðnum seinnapartin hevur kravt minst 60 mannalív Bi8lbumban, sum brast uttan fyri Marriott-hotellið í Islamabad seint seinnapartin, hevur kravt minst 60 mannalív, og pakistonsku myndugleikarnir siga, at talið fer kanska at veksa.

Umleið 200 fólk vórðu særd av bumbuni, og teirra millum er ein danskur diplomatur.

Bumkban brast nakrar fáar tímar, eftir at pakistanski forsetin, Asif Ali Zardari, hevði hildið sína fyrstu røðu í tjóðartinginum. Har boðaði hann millum annað frá, at hann fer at leggja stóran dent á at steðga yvirganginum í Pakistan.

Eingin hevur átikið sær ábyrgdina av atsóknini, men pakistonsku myndugleikarnir hava illgruna til al-Qaeda og Taleban.