Mótmælisfelagsskapir í Sýrialandi vilja vera við, at í minsta lagi 57 sivilfólk eru fallin í samanbrestum í býnum Deir ez-Zoor og aðrastaðni kring landið í dag.
Longu í morgun frættist, at herurin hevði sent nógvar stríðsvognar inn í Deir ez-Zoor, og felagsskapurin Syrian Observatory for Human Rights segði seinnapartin, at umleið 250 stríðsvognar og nógv onnur hernaðarakfør vóru í býnum, sum er í landnyrðingspartinum av Sýrialandi. Har búgva umleið 500.000 fólk. Franska tíðindastovan AFP skrivar frá sínum keldum, at skot vóru at hoyra nógvastaðni í Deir
ez-Zoor í dag, og harafturat vóru fleiri spreingingar.
Syrian Observatory for Human Rights heldur, at umleið 1.650 sivilfólk hava latið lív í ymsum átøkum hjá myndugleikunum ímóti mótmælisfólki teir seinastu mánaðirnar. Harafturat eru fleiri túsund fólk tikin og sett í varðhald.