Irakska innanríkisráðið sigur, at fleiri bumbur í høvuðsstaðnum Bagdad hava kravt minst 50 mannalív. Tíðindastovurnar skriva, at talið á deyðum er í minsta lagi 56, og at meiri enn 100 eru løstað.
Innanríkisráðið sigur, at tríggjar av bumbunum brustu uttan fyri shiamuslimskar moskur, ein brast á einum sølutorgi, og ein brast í Sadr-býarpartinum.
Tann seinasta bumban brast nakað uttan fyri høvuðsstaðin, og har bleiv eitt heilt húski útruddað, sigur innanríkisráðið.










