Minst 48 deyð

Jarðskjálvtin, sum var við kyrrahavsstrondina í Guatemala í gjárkvøldið, hevur nú kravt í minsta lagi 48 mannalív.

-Eftir fyribilsfrágreiðingunum eru minst 48 deyð. Hetta er ein stórur sorgarleikur, sigur forsetin í Guatemala, Otto Perez Molina, við tíðindastovurnar.

Hann sigur, at myndugleikarnir hava fingið at vita, at umleið 100 fólk eru ikki komin afturíaftur eftit skjálvtan, og at 153 hava fingið skaða. Sjálvur er forsetin farin jarðskjálvtaøkið har vesturi í landinum.

Jarðskjálvtin, sum var 7,4 á Richterstiganum, var so harður, at fólk heilt norðuri í Meksiko Býi merktu ristingarnar. Miðdepilin í skjálvtanum var 23 kilometrar frá býnum Champerico, sum er úti við Kyrrahavið.