Minst 32 skotin í amerikonskum skúla

32 fólk vórðu í dag skotin inni á einum tekniskum skúla í amerikanska statinum Virginia. 28 onnur vórðu særd. Sambært løgregluni vórðu tey flestu skotin inni í einum flokshøli. Aftaná beindi drápsmaðurin fyri sær sjálvum.

Ta fyrstu tíðina ljóðaði, at talan var um tveir drápsmenn, men tað bleiv avsannað seinni. Løgreglan vil kortini ikki siga, hvør drápsmaðurin var.

Skottilburðurin er tann ringasti av sínum slagi, síðani Charles Whitman beindi fyri 15 fólkum í einum lærdum háskúla í Texas august í 1966.