Dagurin í dag gjørdist aftur ein av teimum blóðugu í Irak. Tríggjar bumbur kravdu minst 32 mannalív í Irak í dag.
Ein sjálvmorðbumba brast við eina amerikanska herstøð har norðuri í Bagdad. Tveir amerikanskir hermenn doyðu, og 17 aðrir fingu skaða. Bumbumaðurin lat eisini lív.
Í býnum Ramadi brustu tvær bumbur uttan fyri húsini hjá einum lokalum leiðara. Leiðarin slapp sjálvur við lívinum, men 11 fólk doyðu, og fýra onnur fingu skaða.










