Minst 31 deyð í ferjuvanlukku

31 fólk eru funnin deyð, eftir at ein lítil ferja holvdist nærhendis oynni Zanzibar úti fyri Tanzania-strondini í gjár. Tað eydnaðist at bjarga 145 ferðafólkum, áðrenn tað gjørdist myrkt í gjárkvøldið, og leitingin varð tikin uppaftur í morgun.

Myndugleikarnir siga, at millum 250 og 300 ferðafólk vóru umborð á ferjuni, tá hon holvdist í ringum sjógvi. Teir siga, at ein útlendingur er millum tey deyðu, og at 13 útlendsk ferðafólk eru bjargað.

Zanzibar er væl umtókt ferðamál.