Í minsta lagi 30 eru deyð í Japan eftir fleiri jarðskjálvtar, teirra millum en við eini styrki upp á 7,6.
Tað siga myndugleikar á staðnum sambært sjónvarpsstøðini HNK, skrivar tíðindastovan Reuters í morgun okkara tíð.
Japanski forsætisráðharrin, Fumio Kishida, segði fyrr í dag lokala tíð, at arbeiðið við at bjarga teimum, sum eru ávirkað av jarðskjálvtanum, er ein kapprenning við tíðina.
Deildir hjá heimaverjuni eru longu sendar til tey øki, sum er harðast rakt av skjálvtanum.
Umframt stóra skjálvtan upp á 7,6, sum rakti vesturstrondini, varð landið eisini rakt av einum skjálvta, sum varð máldur til 6.
Sambært landsins veðurstovu varð Japan í gjár rakt av 155 jarðskjálvtum.
/ritzau/










