Indisku myndugleikarnir siga, at minst 30 fólk doyðu, tá ein bussur koyrdi á eina landminu í statinum Chattisgarh, sum er miðskeiðis í landinum. Sagt verður, at fleiri løgreglumenn eru millum tey deyðu.
Myndugleikarnir halda tí, at tað var tann víðgongdi maoistiski felagsskapurin Naxalites, sum skipaði fyri álopinum, tí hann søkir ofta at løgregluni.
Maoitsrarnir siga, at teir berjast fyri tað fátæka fólkið á bygd, sum politikararnir gloyma, tá tað almenna lutar pengar út.
Innanríkisráðið í New Dehli sigur, at tað eru millum 10.000 og 20.000 vápnaðir maoistar í 20 av teimum 28 statunum í landinum.